© 2004 Rasmus ehf |
Hagtøl |
![]() |
Kunning 5
Sirkulmyndir og villleiðandi myndir
Vit býta sirkulin ķ stig og prosent.
Allur sirkulin er 100% |
Sirkulbogin er 360 stig |
![]()
|
![]() |
1/4 av sirklinum er 25%. |
1/4 av sirklinum svarar til 90°. |
![]() |
![]() |
Sirkulmynd:
Vit tekna ein sirkul, so at 35% eru reyð, 45% grøn og 20% blį.
Vit minnast, at 1% = 3,6°
Litirnir | stigini vera | ![]() |
reytt | ![]() |
|
grønt | ![]() |
|
blátt | ![]() |
Ven teg at tekna slíkar myndir. Tú skalt brúka passara og vinkulmálara. Vel eitt sentrum og radius.
Tekna sirkulin. Tekna so eina linju frá sentrum til periferiin. Við vinkulmála finnur tú reyða økið (126 stig). Lita so hetta økið reytt. Síðan brúkar tú somu mannagongd til bláa og grøna økið.
Tú kanst eisini fáa eitt rokniark, t.d. Excel, at gera sirkulmyndir. Slá tølini inn, so roknar forritið sjálvt vinklarnar og teknar myndina. Tað er hent hjá tær at duga báðar arbeiðshættir.
Sýnist hetta tær fløkt, er kanska lættari at skriva prosentini sum desimalbrot.
Litirnir | vit rokna stigini | ![]() |
reytt | ![]() |
|
grønt | ![]() |
|
blįtt | ![]() |
At umskriva stigini aftur til %, t.d. 72 stig, er lætt:
Villleiðandi myndir
Tað er vanligt at lumpa fólk við myndum og talvum.
Dømi 1 Sjónvarpstól, søla
|
|
|
Vil ein sølumaður heldur hava fólk at keypa tól B, kann hann t.d. broyta myndina sum víst høgrumegin. Við at skera burtur fyrstu 50.000 tólini, kann tað síggja út, sum seld eru dupult so nógv tól av slagnum B sammett við tól A. | ![]() |
Byrjar ásin ikki við null, eigur at vera gjørt gjørt vart við hetta við einari rukkustriku, sum vísir, at ikki alt er tikið við.
Á myndini høgrumegin er teknað ein rukkustrika á uppásina til at gera vart við, at byrjað verður ikki við null. |
![]() |
Fleiri aðrir møguleikar eru at lumpa fólk við villeiðandi grafum og diagrammum.
Skeivar upplýsingar brúktar í myndum
Skeiv lutføll ķ grafiskum myndum
Dømi 2 Seld sjónvarpstól
Sølumašurin, sum nevndur varð omanfyri, fekk boð at rætta myndina við einari rukkulinju til at vísa, at uppásin ikki byrjar við null.
Hann teknar nýggja mynd við rukkustriku á uppásini. | Í staðin verður snýtt við breiddini á kubbanum B |
Verður hugt at víddinum á kubbunum sær nú út sum er sølan av tóli B fýra ferðir søluna av tóli A. Hvat er skeivt á hesi myndini? Svar: breiddin į stabba B er dupult so stór sum breiddin į stabba A. |
![]() |
Hetta er sjálvandi eisini villleiðandi
Lutføll í myndum at lýsa hagfrøðligt tilfar eiga altíð at vera neyv og røtt.
Alt annaš er svik.
Tað er ógvuliga umráðandi at tú dugir at lesa sonnu upplýsingarnar í myndum, so tú kanst tulka taltilfarið á rættan hátt.
Ven hesar mannagongdir og tak so roynd 5 ķ hagtølum
Minst til at skriva í eftirlitslistan.